8. august 2021

TeenStreet endað

So er TeenStreet liðugt á hesum sinni. Í morgun hava tannáringarnir verið og fingið sær morgunmat, og síðani verður farið heim. Og í hesi løtu verður ruddað av her á Argjahamri. Umstøðurnar hava verið framúr góðar til at hava hesa legu á hesum staði, og ein stór tøkk skal ljóða fyri, at tað bar til at læna skúlan.

23. oktober verður TeenStreet celebration. Hetta er dagur, har tey ungu koma saman aftur bæði fyri at minna seg á leguna, sum nú er farin, har eisini innihaldsliga verður tikið samanum, men eisini verður sæð fram ímóti TeenStreet, sum verður í Suðurtýsklandi í døgunum 29. juli til 5. aug. 2022.

Ein sera góð lega er at enda komin, og nú tannáringarnir fara vælnøgdir útum hurðina við nógvum nýggjum upplivingum og vónum, kunnu vit síggja aftur á nakrar framúr góðar og signingarríkar dagar, samstundis sum vit gleða okkum til næstu ferð.