5. juli 2021

TeenStreet á Argjum – akkurát sum í Týsklandi

TeenStreetlegan í Føroyum, ella TS+ Named, sum hon í veruleikanum eitur, verður stór. Kanska størsta tannáringalega nakrantíð í Føroyum.

Her verður alt, sum tú kennir frá TeenStreet í Týsklandi. ThroneRoom, Fun food, Interact, Netgroups, RAG, Bíblian, spøl, vinir, fest, shhh-løta… Ja, akkurát sum í Týsklandi – bara á Argjum í staðin.

Legan verður í skúlanum á Argjahamri. Har sova vit, hava samlingar okkara, eta, syngja og tilbiðja saman og hugna okkum saman. Onkrir aktivitetir vera kortini aðrastaðni í býnum.

Vit fara at fylgja tí altjóða programminum, men fara eisini at hava okkara egnu lovsongsløtur saman við TeenStreet lovsongsbólkinum, sum jú er føroyskur.

So kom við. Legan byrjar 4. august og endar 8. august. Melda til á teenstreet.fo. Freistin at melda til er sunnudagin 11. juli.