4. august 2020

TeenStreet 2020 byrjar í dag

Var alt, sum tað plagdi at vera, ja so vóru eini 400 føroyingar – ungdómar og hjálparfólk – júst nú á legu í Oldenburg í Norðurtýsklandi saman við eini 4000 øðrum úr øllum Europa. Soleiðis hevur tað verið nú í mong ár, og soleiðis var eisini ætlanin, at tað skuldi verða aftur frá 1. til 8. august í ár. Men tað bleiv ikki. Legan, sum skuldi vera í Týsklandi, varð avlýst orsakað av corona smittuni – eins og so mangt annað, ið er avlýst ella útsett av somu ávum.

Hvat var so til ráða at taka? Jú, leiðslan í TeenStreet, har føroyingar eisini eru við, kom til ta niðurstøðu, at  annar leistur fyri legurnar mátti finnast, og at alt mátti gerast á annan hátt hesuferð – á ein hátt, har corona tilmælini í hvørjum einstakum landi kundu haldast. Og hetta er so orsøkin til, at  frá í dag, týsdegnum 4. august og til leygardagin 8. august, verða hildnar smáar TeenStreet legur ikki bara í Europa, men runt um allan heimin.

Og hetta er eisini galdandi her heima hjá okkum. Í dag stevna ikki færri enn 526 ung í aldrinum 13 til 17 ár saman á 10 ymiskum støðum runt alt Føroya land á TeenStreet legu í 5 dagar.

Legurnar vera á hesum støðum: Í Betesda í Klaksvík, har 112 ung eru á legu. Á Miðnámi á Kambsdali eru 81 ung úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík savnað, í Tabor á Toftum eru 50 ung, í Nebo á Toftum telja tey 35, í Missiónshúsinum á Strondum eru 22 ung á legu, og í Kelduni í Skálafirði eru tey 26. Í Mizpa á Eiði eru 8 tannáringar á legu, og í Havnini telja tey heilt upp í 131 – tann legan verður hildin á ymsum støðum. Í Vágum er eisini lega, og har halda  teir 29 luttakararnir til í skúlanum í Sørvági. Lega er eisini í Suðuroy, og har er basan hjá 32 ungu suðuroyingunum í Bethel í Vági. Harafturat eru knøpp 400 hjálparfólk – harímillum uml. 100 liðleiðarar knýtt at ymsu legunum. So alt í alt eru tað omanfyri 900 føroyingar, sum á ein ella annan hátt stevna saman á TeenStreet