TEENSTREET 2019 nærkast.
Nú eru bara 2 dagar eftir, sum so nógv hava sæð fram til nú í langa tíð. Sjálvur kom eg inn á teenstreet økið í dag tíðliga seinnapartin í brennandi sól og sera nógvum hita. Ja, eg haldi, at eg havi ikki upplivað so nógv hita nakrantíð áður. Men eg havi lovað mær sjálvum, at eg skal ikki gremja meg. Havi sett mær fyri, at tá hitin er upp á tað mesta, skal eg eg hugsa um onkran kaldan og harðligan høgættarmorgun í Fuglafirði, tá eg fari út um hurðina, og næstan fái karm bara av at renna niðan í bilin.
Ná men – her er gott at vera. Økið líkist sær sjálvum, her er bara nógv friðarligari enn tað plagar at vera. Men longu í morgin kemur eitt fult flogfar av spentum føroyingum hiðar.
Tá ið øll eru komin, verða vit eini 370 føroyingar savnaðir her. Av teimum eru gott 250 tannáringar á legu. Hini eru hjálparfólk á ymsan hátt og nøkur børn hjá hesum.
Samlað verða her eini 3700 fólk úr ymsum londum. So, her tað nú sær út at vera rættiliga friðarligt, ja, her verður nógv lív í um 2 dagar.
Spennandi verður tað, og vit gleða okkum.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni