Tannáringar hjálpa flóttafólkum
Hesa vikuna eru átta tannáringar og tveir leiðarar á missiónstúri við OM til Póllands.
Har hjálpa tey til á flóttafólkamóttøkuni hjá OM í Warszawa.
Nakrir av tannáringunum vóru á TeenStreet í síðstu viku og so hittust tey øll í Keypmannahavn leygardagin, haðani leiðin gekk til pólska høvuðsstaðin.
Tey hava gjørt ein instagramvanga til túrin. Har leggja tey allatíðina út myndir frá, hvat tey gera.
Vangin eitur TIM Pólland ella @tim_polland_24.
Um tú ynskir at fylgja teimum á instagram, kanst tú trýsta her.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum leygardagin.
Um tú kundi hugsað tær, at farið at hjálpt til á flóttafólkaleguni, ella at vita meiri um missiónsmøguleikarnar við OM, set teg so endiliga í samband við okkum á info.fo@om.org.