15. oktober 2020

Tanja takkar fyri stuðulin

Tá koronavirusið byrjaði at gera um seg í vár, settu vit í OM Føroyum okkum fyri at savna pening inn til at hjálpa ymiskum átøkum hjá OM úti í heimi.

 

Ein, sum vit valdu at stuðla, var trúboðari okkara í Suðurafrika, Tanja Mortensen, sum arbeiðir á AIDS Hope-toyminum í Mamelodi, Pretoria, í Suðurafrika.

 

Og stuðulin munaði væl. Gávurnar loyvdi Aids Hope toyminum at keypa mat og annað í ein heilan mánað til umleið 100 familjur, sigur Tanja.

—  Vit her í AIDS Hope toyminum eru so takksom fyri allan stuðulin, ið kom inn frá Føroyum í samband við Covid-19 átakið hjá okkum. Fyri stuðulin kundu vit keypa mat o.a. til ein heilan mánaða til uml 100 familjur. Hetta hevur gjørt sera stóran mun hjá familjunum, ið ofta hava fleiri børn at breyðføða, tí arbeiðsloysi er stórt og ringt er at fáa endarnir at røkka saman. Tað hevur verið stuttligt at avlevera matin, tí gleðin var so stór, tá tey sóu hvat vit komu við. Enn einaferð stóra takk og Harrans signing, skrivar Tanja Mortensen