Tanja Mortensen
Tanja Mortensen úr Havn virkar við OM í Suðurafrika. Tanja hevur eina bachelor í Childrens Ministry, og hevur verið virkin í barna- og ungdómsarbeiði í samkomuni í Ebenezer. Tanja fór aftur til Suðurafrika í fjør summar, eftir at hon eisini hevði verið á Mission Discipleship Training (MDT) í 2016.
Tanja arbeiðir við tænastum sum røkka út til børn, ung og rúsevnismisnýtarar. Hvønn seinnapart, mánadag til hósdag, er Afterschool programm. Tað er eitt programm fyri 30 børnum í aldrinum 5 til 16 ár. Børnini spæla, fáa eina góða máltíð, gera skúlating, syngja og hava andakt. Uppgávan hjá Tanju er at koyra børnini til og frá sentrið, at fyrireika andaktir, og at hjálpa við skúlatingum. Fríggjadagar seinnapart møtast tey við ungdóminum í gentu-og dreingjabólkum. Har er uppgávan hjá Tanju at samskipa gentubólkin og leggja skránna til rættis.
Ein morgun um vikuna fara tey vanliga út í nærumhvørvið, har tey møta monnum og kvinnum, ið eru bundin av rúsevnum. Tey tosa við tey og lurta eftir lívssøgum teirra. Tanja og toymi fortelja teimum um Jesus og biðja fyri teimum, umframt at eggja teimum at fara til avvenjing.
Hvørja viku er tíð eisini sett av til reflektión og serlig tíð við Gudi.
OM í Suðurafrika, sum Tanja virkar við, ynskir at motivera, mobilisera, menna og útgera menniskju til tænastu í landi sínum. Tey arbeiða við kirkjuplantan og at styrkja og hjálpa kirkjum og samkomum, so tey kunnu náa teirra nærumhvørvi.
Um tú ynskir at stuðla Tanju fíggjarliga, kanst tú stovna eina fasta flyting/flyta pening á konto í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Tanja Mortensen”
Vit vóna at tit vilja standa saman við okkum í bøn fyri Tanju, og tí arbeiði, sum Gud ger gjøgnum hana í Suðurafrika. Tanja sendur tíðindabrøv út við jøvnum millumbilum, og um tú ynskir at móttaka hesi, kanst tú geva Tanju tína teldupostaddressu.
Um tú ynskir at senda Tanju bræv ella teldupost, kanst tú senda tað til:
Tanja H.Mortensen,
AIDS Hope Team, Private Bag X03
Lynnwood Ridge, 0040
South Africa
ella á teldupost: tanja.mortensen@om.org
[seinast dagført 20. november 2019]