7. august 2018

Tanja fer aftur til Suðurafrika

Tanja Hernandez Mortensen, úr Tórshavn, er júst afturkomin úr Moldova, har hon, saman við Jonleif Danielsen, hevur verið TiM leiðari hjá føroyska toyminum, sum hevur verið í Moldova í tvær vikur. Og um stutta tíð fer Tanja aftur á flog, hesa ferð fyrst til Hollands á GO-stevnu, og síðani til Suðurafrika, har hon fer at virka sum trúboðari næstu tvey árini.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Tanja fer til Suðurafrika at búgva. Í 2006 var hon á MDT (Mission Discipleship Training) í 6 mánaðar.

OM Suðurafrika ynskir at motivera, mobilisera, menna og útgera menniskju til tænastu í landi sínum. Tey arbeiða við kirkjuplantan og at styrkja og hjálpa kirkjum og samkomum, so tey kunnu náa teirra nærumhvørvi.

Tanja hevur eina bachelor í Childrens Ministry, og er virkin í barna- og ungdómsarbeiði í samkomuni í Ebenezer. Tanja fer at taka lut í ymiskum samfelagsbroytandi verkætlanum í Suðurafrika. Hon fer at fáa leiðsluvenjing, luttaka í barnaarbeiði, lívsførleika verkætlanum, útbúgvingar-verkætlanum, matarverkætlanum og HIV/AIDS verkætlanum.

 

Kostnaðurin fyri mat, uppihald, ferðing og útreiðslur í samband við arbeiði hjá Tanju í Suðurafrika, fer at liggja um 5.500 kr um mánaðin.

Um tú ynskir at stuðla Tanju fíggjarliga, kanst tú stovna eina fasta flyting/flyta pening á konto í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Tanja Mortensen”

Tú kanst eisini fáa ein stuðulsseðil frá Tanju ella OM Føroyum, at fylla út.

Vit takka fyri at tit vilja verða við at stuðlað hesum arbeiði.

 

Vit vóna at tit vilja standa saman við okkum í bøn fyri Tanju, og tí arbeiðið, sum Gud fer at gera gjøgnum hana í Suðurafrika. Tanja fer at senda bønarbrøv út við jøvnum millumbilum, og um tú ynskir at móttaka hesi, kanst tú geva Tanju ella OM Føroyum tína teldupostaddressu.

 

Um tú ynskir at senda Tanju bræv ella teldupost, kanst tú senda tað til:

Tanja H.Mortensen, AIDS Hope Team, Private Bag X03

Lynnwood Ridge, 0040, South Africa

ella á teldupost: tanja.mortensen@om.org