Talvklubbur og babysangur í Japan
Shino og Hallur Mortensen hava seinastu vikurnar vitjað heima í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at yngsti sonurin, Rio, er við í Føroyum.
– Hvørja ferð vit vitja, hava vit eitt nýtt barn við, sigur Hallur skemtandi. Shino og hann eiga nú fýra børn, Kano, Nana, Louie og Rio.
Tey eru bæði virkin í trúboðaravirkseminum í Atsugi, sum liggur umleið ein tíma uttan fyri Tokyo. Tey skipa fyri eini kafé í samkomuni, har fleiri kvinnur úr grannalagnum koma á gátt. Shino hevur eisini byrjað at hava bíbliuundirvísing um tað at vera foreldur. Sjálvsagt roynir hon at føra samrøðuna inn á andalig viðurskifti, men øll møgulig evni eru uppi at venda. Men tað er torført, tí tað eru ikki allir menninir, sum eru so fegnir um, at kvinnurnar taka lut í hesum.
Hon hevur eisini ætlanir um at skipa fyri babysangi, tá tey koma aftur til Japan. Tá savnast mammur við smábørnum og syngja og pjátra saman.
Hallur strembar enn eftir at læra seg japanskt. Tað gongur fram á, hann megnar millum annað at halda talur á japonskum, men sjálvur heldur hann, at tað gongur seint. Hann greiðir frá, at tey hava eini 2.000 grundtekn í japonskum, men upp í eini 10.000 tekn tilsamans. Hann metir, at hann dugir eini 500 tekn sum er, so enn er langt á mál. Higartil hava hann og Nana fylgst nøkunlunda í at læra seg japanskt og hava gjørt heimaarbeiðið saman, men hon fer væntandi skjótt at fara frá honum, heldur hann.
Vansin er tó tann, at børnini spakuliga byrja at gloyma nakað av teirra føroyska. Tí kundu tey hugsað sær, at onkur kom yvir til teirra at hjálpa teimum í eina tíð. At tosa føroyskt við børnini, kanska at undirvísa japanarum í enskum og annars hjálpa teimum í teirra gerandisdegi og tænastu. Um hetta hevur tín áhuga, vend tær so til OM Føroyar á info.fo@om.org.
Annars gongur Hallur til Kendo, sum er ein japanskur stríðsítróttur við stavum. Á hendan hátt fær hann bæði hildið seg í form og fær samband við fólk uttan fyri samkomuna og skúlan. Í samkomuni skipar hann annars fyri talvkvøldum. Har telva tey bæði okkara vesturlendska talv og shogi, sum er eitt japanskt spæl, sum minnir nógv um talv, ofta kallað japanskt talv.
Tey fara aftur til Japan í vikuni. Biðið fyri teimum, nú tey skulu fáa gerandisdagin at ganga upp við fýra børnum. Biðið fyri tiltøkunum, sum Hallur og Shino skipa fyri í eini roynd at náa út. Biðið fyri, at tað skal gangast væl hjá Halluri at læra málið.