27. apríl 2023

Talarar á stevnuni: Weronika Czajko

Síðani russisku innrásina í Ukraina, hevur Weronika Czajko staðið á odda fyri arbeiðinum hjá OM við at tæna ukrainskum flóttafólkum, sum í hópatali eru flýdd til Póllands.

Tey vóru skjót at seta telt upp við markið og at bjóða mongu kvinnunum og børnunum, sum komu um markið, hjálp og eina heita máltíð.

Kom og hoyr Weroniku greiða frá á missiónsstevnuni, hvussu Gud virkar á markinum millum Ukraina og Pólland.

Weronika talar fríggjadagin 5. mai klokkan 18 og leygarmorgunin 6. mai klokkan 10 í Lívdini í Hoyvík.

Søgan um Weroniku og OM byrjaði á TeenStreet í Týsklandi í 2004. Seinni fór Weronika at hjálpa til á skrivstovuni hjá OM í Póllandi. Í 2009 fóru hon og maðurin við OM til Suðurafrika og vóru har í tvey ár. Weronika, sum er útbúgvin sum tíðindafólk, hevur eisini starvast sum blaðstjóri fyri eitt kristiligt blað og staðið á odda fyri eini kristnari online tíðindatænastu í Póllandi. Í 2019 segði hon aftur við Gud, “Her eri eg, send meg,” og hetta førdi til, at hon stutt seinni tók við sum dagliglur leiðari í OM í Póllandi. Síðani 2020 hevur Weronika verið dagligur leiðari í OM í Póllandi.

Í samstarv við pólskar myndugleikar, hevur OM staðið á odda fyri einum átakið fyri at kunna kvinnur og børn, sum flýggja úr Russlandi, um vandan av menniskjahandli. OM hevur tí ment kunnandi tilfar, sum verður givið øllum børnunum, sum koma úr Ukraina. OM skipar eisini fyri filmssýningum runt um í landinum, har kunnað verður um vandan, umframt at børnini fáa ymiskt kunningartilfar.

Nú hevur OM sett á stovn fleiri móttøkustøð í Póllandi, sum flóttafólk kunnu koma til áðrenn tey fara víðari.

Missiónsstevnan hjá OM er frá 4. til 6. mai í Oasuni og í Lívdini í Hoyvík.