28. apríl 2023

Talarar á stevnuni: Lisa og Nasir

Gud ger stórverk í Miðeystri. Tað siga Lisa og Nasir, sum hava verið trúboðarar í Miðeystri í 15 ár.

Lisa hevur eitt serligt hjarta fyri muslimskum kvinnum og síðani kríggið í Sýria byrjaði, hevur hon mest sum burtur av arbeitt við kvinnum úr Sýria.

Nasir hevur undirvíst í altjóða viðurskiftum og átrúnáði á einum lærdum háskúla. Har kom hann í samband við bæði Hizbollah shiitar, konservativar sunni-muslimar og katólskar næmingar. Fleiri av næmingunum tóku við trúgv og gjørdust lærisveinar.

Kom og hoyr Lisu og Nasir greiða frá á missiónsstevnuni, hvussu Gud virkar í Miðeystri.

Tey bæði tala fríggjamorgunin 5. mai klokkan 10 og 21, og leygarmorgunin 6. mai klokkan 18 í Lívdini í Hoyvík.

Lisa og Nasir hava búð í einum av fátæku býarpørtunum í Beirut í Libanon meginpartin av hesum 15 árunum. Tey valdu at flyta hagar, fyri at náa út til tey, sum har búðu. Tá flóttafólkastreymurin úr Sýria byrjaði, fluttu nógv teirra inn í júst hendan býarpartin í Beirut. Tey vóru tá sera opin fyri gleðiboðskapinum.

Nasir er eisini leiðari fyri menningar- og neyðhjálpararbeiðið hjá OM í økinum. Hann hevur umsjón við eini 15 ymiskum verkætlanum í Sýria, Irak og Libanon.

Vit hava sæð so nógv hjørtu broytt av kærleika Guds, men hava eisini upplivað, hvussu harða mótstøðu og forfylging, muslimar, sum venda sær til Jesus, uppliva, siga tey.

Av trygdarávum eru nøvnini broytt og myndin ikki av teimum báðum.