13. desember 2022

Tað er eisini vetur í Ukraina

Jólainnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til hjálpararbeiðið hjá OM í Ukraina og Póllandi. OM Ukraina veitir mat og hjálp til fólk, sum hava mist hús, heim og familju í krígnum. Í býnum Rivne, sum liggur vestarliga í Ukraina, hevur OM sett eitt stórt telt upp í miðbýnum til at tæna teimum, sum enn flýggja frá krígnum, og leita vestureftir móti Póllandi. Í Póllandi stendur OM Pólland tilreiðar at hjálpa. OM Pólland hevur virksemi í fýra flóttafólkamóttøkum, sum hjálpa børnum, tannáringum og kvinnum, sum eru komin úr Ukraina.

 

Veturin er komin og kuldin rakar meint, serliga nú russiski herurin loypir á kraftverkini í Ukraina.

 

Vit ynskja tí at savna pening inn so at vit kunnu hjálpa teimum at halda hitan. Peningurin, sum kemur inn, fer til at keypad teppi, handskar, ullint undirklæði, ullintar hosur, hitafløskur og -pútur. Fólkini, sum eru á flóttafólkamóttøkunum hjá OM í Póllandi tørva eisini undirklæði annars og reinførisvørur av ymiskum slag, sum tannkrem, sápu og annað.

 

Um tú vilt hjálpa til, ger eina flyting til 9181-426.219.2 og viðmerk Ukraina.