Tabita rennur fyri flóttafólk í Suðureuropa
Ímillum øll tey, sum runnu við í stuðulsrenningini RAG (Raise and give) á TeenStreet í dag vóru eisini nógvir føroyingar. Hesi hava øll savnað sær nakrar stuðlar, sum hava givið nakrar krónur annaðhvørt pr. umfar – sum man vera ein knappur kilometur – ella sum eina fasta upphædd.
Peningurin fer til verkætlanir, sum arbeiða við flóttafólki – serliga børnum og tannáringum – í Grikkalandi, Italia og Serbia. Á TeenStreet siga tey frá, at pengarnir skulu brúkast til: ryggsekkir, skrivitilfar, bøkur osfr., somuleiðis til lærarar at hjálpa teimum við málinum, nýggja útgerð til ítrótt og list og at gjalda fyri støð, har tey kunnu vera. Trygg umhvørvi, har tey kunnu hitta tannáringar og eisini koma at kenna Jesus.
Í rokanum av øllum hinum rennarunum frá teimum ymisku londunum, rennur eisini 19 ára gamla Tabita av Rana úr Trongisvági. Tabita gongur á Glasi í Havn og fer í 3. g eftir summarferiuna. Her á TeenStreet er hon saman við aðrari gentu leiðari hjá 8 ungum gentum.
Tabita brennur fyri hjálpararbeiði, og hon setti sær fyri, at hon skuldi royna at savna væl av peningi inn á RAG. Hon veddaði við ein vin, sum eisini fór á TeenStreet, um hvør kundi savna meira inn til góða endamálið.
Hon gjørdi eitt uppslag á Facebook og eisini á arbeiðsplássi sínum, og greiddi har frá hvat alt snúði seg um. Hon fekk nógvar afturmeldingar á “innbakka” og tá ið avtornaði, hevði hon fingið 11.800 kr í føstum stuðli og 246 kr. pr. umfar.
Tá ið eg tosaði við Tabitu fyrr í dag, greiddi hon mær frá týdninginum av at stuðla teimum, ið treingja. Hon segði: “Vit eru so signað heima í Føroyum, og tað er týdningarmikið hjá okkum at geva aftur.”
Aftaná renningina tosaði eg aftur við ein pøsta Tabitu, tá visti hon ikki sjálv, hvussu nógvar rundir, hon hevði runnið, men nú í kvøld hevur hon funnið út av, at hon rann heilar 16 ferðir runt um økið, sum eisini man vera eini 15 kilometrar. Flott!!
Fari eg so at rokna 16 ferðir 246 kr. og leggi tær 11.800 kr. í føstum stuðlum afturat, ja so hevur Tabita við síni stuðulsrenning runnið fyri ikki minni enn 15.736 kr, sum fer óskert til hjálpararbeiði millum flóttarfólk í Suðureuropa.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni