Tá Gud kallar, so er hann eisini við
Í hesum døgum eru 500 fólk savnaði til GO stevnu í Hollandi, harav eru 230 fólk, sum eru ávegis út í missión. 48 lond eru umboðaði á stevnuni og 24 ymisk tungumál og fara hesi 230 fólkini út til meira enn 30 ymisk lond.
Millum hesi 500 fólkini eru eisini 7 føroyingar. Pól Johannesen úr Klaksvík er við sum umboð fyri OM Føroyar og hini 6 fólkini eru Dánja og Bjørg í Skemmuni og teirra 3 børn, Naomi, Noah og Lukas og Fríði Dam av Toftum. Tey eru øll á veg til Logos Hope, har tey skulu vera næstu 2 árini. Dánjal skal verða fíggjarleiðari umborð og Bjørg kemur at taka sær av børnunum og hjálpa til við ymiskum umborð og Fríði kemur at arbeiða sum maskinmaður.
Øll sum fara út í langtíðarmissión hjá OM, eru á 2 vikur skeið áðrenn tey fara út. Skeiðið er tvær ferðir um árið, í august í Hollandi og í januar í Týskalndi. Pól Johannnesen sigur at tey í løtuni eru saman við 230 øðrum, sum fara út í missión við OM, og av hesum fara 80 umborð á Logos Hope. Á ráðstevnuni hava tey møtt øðrum, sum eisini fara umborð og havt ymiskar bíbliutímar um at fara út við gleðiboðskapinum. Tey hava lært um ymiskar mentanir, gjørt persóns analysur, havt samtalu við fólk um ymiskt, sum ein kemur at møta umborð og nógv nógv annað hendir á hesi ráðstevnuni.
Tey siga øll, at hetta hava verið nakrir sera gevandi og spennandi dagar og vóna at komandi vika verður eins spennandi. 29. august gongur leiðin til Malaysia, har tey fara at hava ymisk skeið, sum ger tey enn meira klár til at fara umborð á eitt skip. Eftir tað gongur leiðin umborð á Logos Hope í 2 ár.
Lat okkum minnast tey í bønum okkara, og kennir tú, at Gud kallar teg at vera heima og bera hetta arbeiði í forbøn og fíggjarliga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við OM Føroyar.
Á myndini síggja vit føroyingarnar og Simon Thomsen úr Danmark, sum eisini fer umborð á Logos Hope.