Summar & OM
Nú summarfrítíðin er í hæddini, er hetta eisini tíðin tá flest føroyingar fara til stutt tíðar tiltøk hjá OM.
Fyri viku síðani fóru Rebekka Ósá og Helena Djurhuus til Moldova, har tær eru partur av “Love Moldova” tiltakinum og hava tær valt eitt outreach sum kallast “River Adventure”. Vit frættu frá Rebekku og Helenu áðrenn tær fóru úr OM miðstøðini, men meðan tær eru hendan 10 daga túrin á flaka eftir Nitru ánni, hava tær einki netsamband.
Sunnudagin fór fyrsta TiM liðið úr Føroyum, og vóru tað 4 ungar gentur, sum saman við Ruth Gaardlykke fóru til Moldova at vera partur av einari legu í bygdini Rautel. Tær komu til Moldova í gjár og hava sovi á OM miðsøðini í nátt og fara í dag víðari til Rautel, har legan byrjar í dag.
Næsta TiM liðið kom til Danmarkar í gjár og hava sovi fyrstu náttina í Kristnastovu. Í bólkinum eru 10 ung og ferðaleiðarar eru Jóhan Petur Johannesen og Annelisa Gaardlykke. Tey eru í morgun farin víðari til Bosnia, har tey komandi 10 dagarnar koma at arbeiða saman við øðrum ungum í eini samkomu í Sarajevo.
Transform byrjar eisini í Rom í dag og eru Tórur Zachariassen og Heri & Malan Kjærbo nú ávegis til Rom. Komandi fimm dagarnar fara tey, saman við 250 øðrum fólkum úr nógvum ymiskum londum, at fáa undirvísing, kunning og verða við í bøn fyri londunum um Miðalhavið. Tórur fer síðani víðari til Jordan, har hann er á outreach í 10 dagar.
TeenStreet byrjar 2. august og eru tað í ár 308 føroyingar sum fara á TeenStreet – hetta er júst sama talið sum síðsta ár. Leiðsla og onnur fara longu til TeenStreet økið um eina góða viku at gera klárt. 2550 tannáringar úr 23 ymiskum londum fara á TeenStreet í Týsklandi í ár og samlaða talið liggur yvir 4000 fólk. Meðan TeenStreet fer fram, verður heimasíðan uppdatera fleiri ferðir um dagin.
Vit vóna at frætta nógv meira frá øllum hesum sum eru farin avstað, bæði frá Moldova, Bosnia, Rom, Jordan og eisini úr Týsklandi.
Takk til øll tykkum sum biðja fyri hesum. Eisini ein serstøk tøkk til tykkum sum hava stuðla TiM toymunum og TeenStreet. Knapt 23 túsund komu inn til Bosnia og ber hetta við sær at 7 ung úr Bosnia kunnu, saman við leiðarum og pastorum, fara á TeenStreet í ár. Hetta var ómøguligt uttan føroyska stuðulin, tí landið er hart rakt av vatnflóðini sum var fyrr í ár, og tí var eingin peningur til at senda ung og vaksin til TeenStreet. 16 túsund kom inn til Moldova og fara kr. 9000 beinleiðis til rakstur av legunin og rest verður brúkt til tilfar til leguna, mat til tey sum tey fara at vitja og annars har tørvur er.
Lat okkum biðja fyri øllum hesum sum eru farin avstað, at tey skulu verða til signing og verða signaði.