Stutttíðar missións kunning í Svøriki
Hálvan tíma frá Jønkøping, langt inni í skógini, beint við næst størsta vatn í Svøriki, eru 34 OM´arir saman hesa vikuna at hoyra meira um teir mongu stutt tíðar møguleikar sum OM um alt Evropa hevur at bjóða komandi árið.
Anita Tausen, leiðari fyri OM Føroyar og Jóhan Petur Johannesen, nevndarlimur í OM Føroyar, umboða OM Føroyar í Svøriki.
OM verðin er stór, og tí er gott at koma saman og síggja andlitini á teimum fólkum ein dagliga samskiftir við yvir alnótina. Eisini er gott at fáa innlit í hvat tey ymisku londinum hava at bjóða fram og hoyra hvat tey arbeiða við og hvørjar avbjóðingar tey møta í tí dagliga. Hvørt land (18 lond eru umboða) hava eina framløgu og síðani verður biðji fyri tí landinum.
Eftir hesa vikuna er ætlanin at velja tey londini og outreachini út, sum OM Føroyar kemur at bjóða fram í 2014.