17. mars 2014

Stovnarin av Transform vitjar

Í sambandi við aðalfundin hjá OM Føroyar – sum verður leygardagin 5. apríl – vitjar Gary Witherall í Føroyum frá mikudegnum 2. apríl til mánadagin 7. apríl.

Gary er maðurin, sum stovnaði Transform, og hann hevur eisini skrivað sera vælumtóktu bókina “Total Abandon”.

Total Abandon
Í bókini ” Total Abandon” greiðir Gary frá, hvussu hann og konan Bonnie vóru kallaði av Gudi til tænastu í Libanon. Bonnie gav seg sjálva til at elska og tæna teimum fátæku á eini klinik í býnum Sidon. At enda lat hon sjálvt sítt egna lív sum eitt blóðvitni fyri Jesus Kristus – hetta var í 2002.

Bókin er søgan hjá Gary um teirra kærleika, teirra íðni at fylgja stóru missiónsboðum Jesusar, og teirra varandi arv: ein máttmikil avbjóðing at liva lívið í fullkomnum áliti á Gud.

Transform
Eitt ár eftir, at Bonnie doyði, vitjaði Gary á Moody bíbliuskúlanum í Chicago. Sum hann sæt uppi og bað gjøgnum náttin, at Gud skuldi vísa honum hvørja leið, hann skuldi taka framá, byrjaði Gary at hugsa um londini kring Miðjarðarhavið.

Næstu dagarnar hugdi hann í heimskortið at teimum 21 londunum í økinum – vøggan hjá krinsindóminum – aldargamlar siviliatiónir, sum í dag eru brennideplin, sum allur heimurin hevur eyguni eftir. Hann fór at biðja fyri, at okkurt átak skuldi fara í gongd, so evangeliið kundi verða borið út til hetta økið.

Í 2008 byrjaði OM Europa eina tilgongd fram ímóti tí, sum vit í dag kenna sum Transform.

 

Skrá fyri vitjanina í Føroyum
Á Føroya-vitjanini luttekur Gary Witherall á hesum tiltøkum

hóskvøldið 3. apríl

kl. 20: felags kristiligt ungdómsmøti í Ebenezer í Havn

fríggjakvøldið 4. apríl

kl. 20: møti í Meinigheitshúsinum í Havn (bólkurin T.O.S framførir)

leygardagin 5. apríl

kl. 10: OM aðalfundur í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík
(Gary Witherall luttekur frá kl. 14)
kl. 21: ungdómstiltak í Nebo á Toftum

sunnudagin 6. apríl

kl. 11: møti í Kelduni í Skálabotni
kl. 18: møti í KFUM&K í Klaksvík