6. august 2021

Staff café

Hjá teimum vaksnu, sum hjálpa til á TeenStreet er viðhvørt deiligt at kunna seta seg niður í friði og náðum at nýta eina fríløtu. Eisini hesa detaljuna er hugsað um á TeenStreet á Argjahamri, eins og tað jú plagar at vera á TeenStreet legum í Týsklandi.

Tað eru tær báðar Henrikka Øregaard úr Fuglafirði og Hanna Heinesen av Glyvrum, sum í ár taka sær av Staff Caféini, sum hon verður kallað.

Og tær hava veruliga lagt seg eftir, at hetta skal vera eitt gott og hugnaligt andarúm hjá starvsfólkunum at koma til í onkrari lítlari fríløtu, tey hava. Har er sera gott og hugnaligt at koma inn.

Við vón um ikki at taka nakað frá nøkrum, og teimum báðum til rós, so mugu vit  siga, at menu’in á føroysku Staff caféini er á nakað høgri støði, enn tað vit plaga at síggja í Týsklandi. Her er hvønn dag nýbakað av øllum møguligum slagi. So takk fyri tit báðar og mangatakk!