13. desember 2024

Hesi náa út til somaliarar í Svøríki

Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Annað landið, sum vit varpa ljós á í advent í ár er Svøríki. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.

Somalia er eitt av heimsins torførastu londum at boða evangeliið í. Kristindómurin er ikki loyvdur og tey fáu kristnu, sum eru í landinum, verða hart forfylgd og mong teirra dripin. Á listanum hjá Open Doors yvir hvar forfylgingin av trúgvandi er harðast, liggur Somalia á øðrum plássi. Tey trúgvandi eru sera fá og trúboðarar sleppa ikki inn í landið.

Í Nýggja Testamenti síggja vit, at forfylging rak tey trúgvandi út úr Jerusalem og tað var soleiðis, at kristindómurin spreiddist til økið og londini rundanum (Áp 8:1, 4). Í heiminum í dag síggja vit nakað líknandi henda, men vit mótsattum fortekni. Fólk flyta og flýggja úr afturlatnum londum, har tað er sera torført hjá okkum at náa tey við gleðiboðskapinum, til lond vestanfyri, har tey trúgvandi eru fleiri í tali og mong royna at boða gleðiboðskapin fyri tilflytarunum.

Hetta síggja vit týðiliga henda við somaliarum í Svøríki, og OM í Svøríki eru sera virkin í hesum arbeiðinum. Fólkini á myndini eru tey, sum virka á skrivstovuni hjá OM í Svøríki.

40 fólk eru knýtt at OM í Svøríki. Á leið helvtin av teimum eru trúboðarar úti í heimi, meðan 10 arbeiða við at náa út til tey minst náddu í Svøríki, herímillum tilflytarar úr Somalia. Fleiri teirra, sum eru komin til trúgv, eru síðani farin heimaftur til Somalia at verða vitni har heima ella hava flutt til grannalondini hjá Somalia fyri at kunna virka nærri heimlandinum.

Høvuðsendamálið hjá OM í Svøríki er tvíbýtt.
1) At mobilisera og senda fólk út at arbeiða millum tey minst náddu
2) At tæna Gudi millum tey minst náddu í Svøríki

Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum hjá OM Svøríki við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.