Sól og heitt
Tað er heitt í Oldenburg.
Í dag liggur hitin upp ímóti 40 stigum, men komandi dagarnar verður eitt sindur svalligari.
Minst til at drekka nógv og at smyrja sólkrem á húðina. Sólin er sterk og vandin er, at tú verður skoldaður um tú ikki hevur smurt sólkrem á. Einans 15 minuttir skulu til…!
Bæði dreingir og gentir sova inni í høllunum í ár. Har er eitt sindur svalligari.
Vit heita á allar føroyingar um at hugsað um hvønn annan. Minn hvønn annan á drekka, sólkrem, eting og hvíld.