27. juli 2018

So eru vit næstan klár

Enn eru ikki so nógv ung komin inn á økið her á TeenStreet í Oldenburg. Tó eru nakrir bussar við ungfólki komnir, og vit merkja meira og meira lív í leguni.

Sjálv legan byrjar ikki fyrr enn í morgin, og tá fer at streyma inn við fólki.

Fyrsti bussurin við føroyingunum, sum flúgva beinleiðis úr Vágum, verður her á leiðini nakað væl eftir midnátt. Men vit hoyra longu nú føroyska málið millum tey ungu, ið komin eru. Hesa ferðast sjálvi – ofta saman við foreldrunum.

Fittt av føroyskum hjálparfólki er longu komið, og tey eru í kvøld farin at gera alt tilreiðar, soleiðis at klárt er at taka ímóti, tá ið bussarnir við føroyingunum koyra inn á leguøkið í nátt.

Og vit gleða okkum. Veðrið er bara nakað av tí allarfagrasta, mann kann hugsa sær. Í dag hava verið eini 34 stig.