28. juli 2018

So eru vit í gongd

Landsbólkafundur hevur júst verið, har føroyska leiðslan Margareth Dalheim Djurhuus og Randi og Símun Hansen hava givið føroyska liðnum nyttugar og týðandi upplýsingar fyri vikuna. Fundurin endaði við at vit øll tóku í hondina á síðumanninum og í felag bóðu faðir Vár, sum eisini er evnið á leguni hesuferð. Síðani fingu allir føroysku luttakararnir ljósareyða (pink litta) blusu, so nú lýsa vit øll upp her.

Nú eru vit so til fyrstu veruligu løtuna í stóra salinum, Throne Room, og lovsangurin brúsar út í rúmið, júst sum vit høvdu væntað – væl undirspælt av orkestinum á pallinum, har okkara egna Dania O. Tausen av Toftun aftur i ár er er ein av forsangarunum.

Hetta verður gott, og í morgin er fult program frá morgunstundini.