27. juli 2019

So er legan byrjað

Í kvøld hava vit verið til allarfyrsta samlaða tiltakið á leguni hesuferð. Og byrjað varð við einum sokallaður “Throneroom”, sum er ein lovsangsløta við einum stuttum boðskapi eisini.

Føroyingarnir sótu allir saman í sínum appilsinlittu t-shirtum og rómurin var øgiligur tá ið Merkið bleiv víst á stórskíggjunum í høllini.

Vælmannaða orkestrið saman við sangarum leiddi okkum ígjøgnum sangin.

Uml. kl. 21.30 er løtan so liðug og vit fara út aftur í týsku kvøldarluftina, sum nú er væl kaldari ella  frískligari enn hon t.d. var í gjárkvøldið. Tá ið vit fóru inn í høllina fyri hálvumøðrum tíma síðani, var eitt ordans æl, sum líkasum hevur reinsað luftina eitt sindur.

Nú fara tey ungu skjótt at gera seg kláran at fara og leggja seg, og um eina lítla løtu er friðarligt á økinum.

Vit takka fyri ein góðan dag og síggja spent fram ímóti morgindegnum, sum verður tann fyrsti heili dagurin á Teenstreet 2019.

Vit enda við vakra kvøldarsanginum hjá Brynleif Hansen:

Dagur er liðin, sólin fer í kav,
í myrkri smoyggir sær hitt milda lotið.
Hjarta mítt nígur djúpt í bøn til Gud
og takkar fyri alt, tað hevur notið.

Gud, fyrigev mær míni brot og brek,
og fjal tey undir dagsins ríku náði.
Sjálvræði burt úr hjarta mínum rek,
og vilja tín við mær tú altíð fái.

Tá verður náttarhvílan trygg og góð,
vit verða knýttir fast við vinarbondum.
Aldri vit skiljast, tú mær brýtur slóð
og heldur míni hond í tínum hondum.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni