So er aftur ein nýggjur dagur á TeenStreet.
Eftir at hava etið morgunmat og havt eina lítla fríløtu, fóru tey ungu inn til felags morgunbíbliutíman í stóru kirkjuni.
Eina løtu seinnapartin sita tey so saman á sínum liði og viðgera boðskapin, tey hava hoyrt í morgun og lisið um í andaktsheftinum, sum tey hava fingið, hvør á sínum egna tungumáli.
Siðvenja er á TeenStreet legunum, at eitt evni ella orð er, sum boðskapurin síðani á ein ella annan hátt verður knýttur at.
Evnið í ár er UNFOLD – LAT UPP. Hetta byggir fyrst og fremst á, at tað er Skriftin, ið verður upplatin.
“Táið orð tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.” Sálmur 119, 130