26. apríl 2023

Skurðurin er størri enn nakrantíð fyrr

Dýra biðidagshalguna skipar OM fyri missiónsstevnu í Hoyvík.

“Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir,” segði Jesus við lærisveinar sínar. Um hann gekk millum okkum í dag, hevði hann uttan iva sagt tað sama við okkum. Tí skurðurin er framvegis risastórur, størri enn nakrantíð áður – og arbeiðsmenninir eru framvegis fáir.

Hetta er ein av orsøkunum til, at OM skipar fyri missiónsstevnu í Lívdini og Oasuni í Hoyvík frá 4. til 6. mai.

Tríggir trúboðarar hjá OM koma hendanvegin at tala, umframt aðalskrivarin í MAF Danmark.
Weronika Czajko er leiðari fyri OM í Póllandi. Seinasta árið hevur OM Pólland verið til staðar við markið til Ukraina og hevur tikið ímóti einum ótali av ukrainskum flóttafólkum. Í teltinum hjá OM hava tey fingið eina heita máltíð, møguleika at vaska sær eitt sindur, eitt lítið tyssi av neyðsynjarvørum og hjálp at koma víðari inn í Pólland. Á ráðstevnuni fer Weronika at greiða frá, hvussu vit kunnu bera flóttafólkunum vón í eini slíkari vónleysari støðu.

Lisa og Nasir hava arbeitt sum trúboðarar í Miðeystri í 15 ár. Tey eita ikki Lisa og Nasir, tað eru dulnevni fyri at verja teirra arbeiði í økinum, hóast tey ikki búgva í Miðeystri longur. Nasir undirvísti á einum lærdum háskúla og fekk tann vegin samband við bæði muslimskar og katólskar studentar. Á tann hátt fekk hann høvi at gera fleiri teirra til lærisveinar Jesusar.

Lisa og Nasir fluttu inn í ein fátækan býarpart í Beirut, og Lisa fekk soleiðis høvi at gerast partur av lívinum í býarpartinum. Hon fekk møguleikan at tæna kvinnunum í býarpartinum og hevur arbeitt nógv við at gera tær til lærisveinar Jesusar.

Peter Hedelund er aðalskrivari í MAF Danmark. MAF er eitt altjóða flogfelag, sum hevur lagt seg serliga eftir at flúgva inn í fjarskotin og torfør øki. Hetta ger, at MAF ofta er einasta samband hjá ættarbólkum, trúboðarum og læknum við umheimin. Tí flyti MAF eina rúgvu av trúboðarum inn í fjarskotin samfeløg at boða teimum gleðiboðskapin um, hvat Jesus hevur gjørt á krossinum.

Missiónsstevnarn byrjar við bønarmøti hóskvøldið 4. mai klokkan 20 í Oasuni í Hoyvík. Fríggjadagin og leygardagin eru bønarløtur, morgunmøti, verkstovur, møti og ungdómsmøti á skránni, frá klokkan 9 til klokkan 21.