12. februar 2020

Skráin MiniTeenStreet EITT

Her er skráin fyri MiniTeenStreet EITT, sum verður í Bylgjuni í Runavík 21.-23. februar 2020.

Fríggjakvøld 21. februar
Stað: Bylgjan í Runavík

19.40   Niðurteljing
20.00  MiniTeenStreet EITT við Josh & Debs

Seinna løtan
22.15   Konsert – bóltøka
23.15   Lovsangur – Throne Room
00.30  Endi

Leygardag 22. februar kl 16.00 – 18.30 SEMINAR (Gott um tit vóru við!)
Døgurði frá Betesda
Stað: Skúlin við Løkin

  1. Jóhan Petur Johannesen: Missión – hví ikki eg?
    Hvør kann fara út í missión?
    Hvønn kann Harrin brúka?
    Hvussu ger man seg tilreiðar?
    Vit hyggja nærri eftir missión við støði í hesum spurningum.
  2. Tom Jacobsen: Let’s talk about sex:
    Hvat er sexuellur reinleiki? Hvat sigur heimurin sex er? Er munur á sex og kærleika? Er porno normalt, og hvat ger tað við okkum?
    Hetta eru nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í hesum seminari.
  3. Mariann D. Poulsen: Brúkar Gud kvinnur í tænastu?
    Hevur Gud serligar uppgávur og tænastur til menn og aðrar til kvinnur? Gevur Gud okkum ymiskar náðigávur? Havi eg sum kvinna nakrar fyrimyndir í Bíbliuni? Hvussu kann eg fáa eina sunna sjálvsmynd og ein sunnan samleika?
    Hesum spurningum fara vit at hyggja nærri eftir.
  4. Høgni Johannesen: Teir stóru spurningarnir.
    Er Gud til?
    Er Bíblian álítandi?
    Um Gud er góður, hví er so nógv líðing?
    Hví Kristindóm?
    Hetta eru nakrir av teimum stóru spurningunum, sum vit fara at viðgera í hesum seminari.
  5. Ovi Brim: Bíblian – Hvat siga Jesus og lærusveinarnir um Bíbliuna?
    Er Gamla Testamentið ikki ein avolda sak?
    Er Nýggja Testamentið ikki skrivað aftaná Jesu krossfesting?
    Hvat eigi eg at halda um Bíbliuna?
    Vit kanna eftir, hvat Jesus og lærusveinarnir hava at siga um hetta.

Leygarkvøld 22. februar
Stað: Bylgjan í Runavík

19.40   Niðurteljing
20.00  MiniTeenStreet EITT við Josh & Debs

Seinna løtan
22.15   Konsert – bóltøka
23.15   Lovsangur
00.30  Endi

Sunnukvøld 23. februar
Stað: Bylgjan í Runavík

17:45   Niðurteljing
18.00  MiniTeenStreet EITT við Josh & Debs
20.15   Liðugt

 

Lindin sendir beinleiðis frá tiltakinum, og tiltakið verður stroyma á Youtube kanalini hjá Teenstreet Føroyar!