12. apríl 2018

Skrá fyri aðalfundin

Mánakvøldið 16. apríl kl. 19.30 bjóða vit limum okkara á aðalfund, í Musikskúlanum (Gamli Skúli) í Sørvági (Skúlabrekka 4)

Á skránni verður millum annað sangframførsla frá Martini Joensen, frágreiðing um Riverboat og um TeenStreet, bønarløta, formansfrágreiðing og framløga av roknskapi og vit enda við einum hugnaligum kaffimunni.

Fleiri av teimum, sum hava verið úti í missión við OM seinasta árið, og nøkur, sum fara út í missión seinni í ár, verða við á aðalfundinum.

Um tú ikki ert limur, men ynskir at gerast limur, ert tú eisini vælkomin á aðalfundin, har tú kanst tekna teg sum lim.

 

Vit gleða okkum at síggja teg!