17. november 2020

Skótahjálpin letur stuðul til Moldova

Skótahjálpin hevur í ár gjørt av at lata útlendska partin av sínum stuðli til eina verkætlan hjá OM í Moldova.

 

OM rekur nakrar frítíðarskúlar í Moldova, har børn kunnu koma eftir skúlatíð. Tey fáa eina heita máltíð, hjálp til skúlating, sleppa at spæla við onnur børn og læra nakrar bíbliusøgur.

 

Skótahjálpin hevur í ár avgjørt at lata 60.000 krónur til at veita hesum børnunum eina heita máltið. Moldova er eitt av teimum fátækstu londunum í Evropa og fyri mong av hesum børnunum, er hetta einasta heita máltíðin tey fáa.

 

Vónin hjá OM er at kunna tæna 400 børnum og familjum teirra á hendan hátt. Endamálið er at luta evangeliið við tey, at vita teimum heilsugóðan mat, at hjálpa teimum við útbúgvingini og at geva nøkrum moldovum starv. Arbeiðsloysi er sera høgt, men á hvørjum frítíðarskúlanum eru tríggir moldovar settir í starv.

 

Ynskir tú at stuðla somu verkætlanini, ber til at gera eina flyting til OM Føroyar, konto 9181-426.219.2 og viðmerkja Moldova.