13. januar 2018

Sigrun Vang til Montenegro

Gev gávu  

Sigrun Brynleifsdóttir Vang býr á Glyvrum og er 22 ár. Hon er aktiv í samkomuni Nebo á Toftum, har hon m.a. hevur verið við í sunnudagsskúlaarbeiði, dramabólki og ungdómsarbeiði.

Mánadagin 15. januar 2018 byrjar Sigrun Vang ferðina til Montenegro, har hon skal hjálpa til hjá OM Montenegro tey næstu tvey árini. OM í Montenegro arbeiður serliga við at planta kirkjur, og at hjálpa útsettum fólkum t.d. børnum við autismu o.ø.

Harrin signi og varðveiti teg, Sigrun.

Kundi tú hugsað tær at hoyrt frá Sigrun, meðan hon er burtur?
Send ein teldupost til info.fo@om.org og viðmerk at tú ynskir teldupost frá Sigrun, so fært tú tíðindabrøv frá henni sendandi.