23. oktober 2019

Servera drekkamunnar og vaska klæðir hjá flóttum í Serbia

Gev gávu  

Sigrun Vang hevur verið úti við OM nú í næstan tvey ár, hon hevur arbeitt við OM  í Montenegro og hon er nýliga flutt til grannalandi Serbia. Sigrun býr nú í býnum Šid, har hon samskipar hjálpararbeiðið, sum nær út til flóttar á eini flóttafólkalegu í býnum. Tað merkir at hon samskiftir við leiðsluna á flóttafólkaleguna og so tekur hon sær eisini av sjálvboðnum arbeiðsfólkunum, sum koma at hjálpa til á flóttafólkaleguni. Sigrun hevur allatíðina, hon hevur arbeitt við OM, samskipa hetta arbeiði, men nú hon býr í Serbia, er hon eisini partur av dagliga arbeiðnum í at fara út á flóttafólkaleguna.

Á flóttafólkaleguni búgva 500-600 fólk, tey flestu eru ungir menn. Nakrar familjur búgva eisini á leguni, men tað vísir seg at familjur koma skjótari víðari í systeminum, og tær búgva tí ikki leingi á flóttafólkaleguni. Myndugleikarnir í Serbia standa fyri flóttafólkaleguni, men tað er eitt hart umhvørvi at búgva á flóttafólkalegu. OM í Serbia sendir hjálparfólk at tæna á flóttafólkaleguni. Endamálið við arbeiðnum hjá OM á flóttafólkaleguni er at hjálpa um liviumstøðurnar hjá flóttunum á leguni, og ígjøgnum tað at brúka møguleikar at boða evangeliið. Uppgávurnar hjá hjálparfólkunum, sum OM sendir á flóttafólkaleguna er at vaska klæðini hjá flóttunum og at servera te og kaffi í einum telti á økinum hjá flóttafólkaleguni, sum OM brúkar til endamálið. Harafturat spæla tey eisini borðspøl saman við flóttunum, um tað er stundir til tað, og har er eitt borðtennisborð, sum verður dúgliga brúkt. Hjálparfólkini frá OM eru til staðar á flóttafólkaleguni dagliga í tveimum vaktum; fyrrapartvaktin er kl.8-14.30 og seinnapartvaktin er kl.14.30-21. Sunnudagar hava tey bara seinnapartvaktina.

Umframt Sigrun eru trý starvsfólk, sum eru úr Serbia. Afturat hesum sendir OM í øðrum londum fólk at hjálpa til á flóttafólkaleguni í styttri og longri tíðarskeið, serliga eru hjálparfólk komin úr Sveis, Korea, Hollandi og Englandi. Tað at útlendingar koma at hjálpa til, ger flóttarnir forvitnar um hví tey koma allan vegin til Serbia at tæna teimum á flóttafólkaleguni. Hetta letur dyr upp at luta evangeliið við flóttarnar.

Tað er eisini møguleiki hjá føroyingum at fara til Serbia at hjálpa til at tæna á flóttafólkaleguni – møguleiki er at vera har í eina viku, ein mánað ella fleiri mánaðir. Skriva til okkum á info.fo@om.org fyri at hoyra meiri um møguleikarnar.

Latið okkum biðja fyri Sigrun og hesum arbeiði millum flóttar í Serbia. Biðið at flóttarnir mugu finna frið og vón hjá Gudi.