17. februar 2019

Seminar og Workshop leygardagin – melda til fyri at fáa mat!

Seminarini vera í Skúlanum við Løkin leygardagin kl. 16:00 – 18:30.

  1. Partur frá 16.00 – 17.00
  2. Partur frá 17.30 – 18.30
    Kl. 18.30 verður døgurði í kantinuni í skúlanum. Tilmelding er neyðug og kostnaður er 100 kr.

 

Seminarhaldarar vera:

  • Klæmint Eliasen: Profetiir. “Profetaorð Dániels” Stórur partur av Dániels bók eru profetorð, ið eru torfør at skilja og kunnu kanska tykjast ræðandi. Klæmint greiðir frá og lýsir sjónirnar og profetorðini í bókini.
  • Jóhan Petur Johannesen: Ger teg kláran til missión. Hvør kann fara út í missión, og hvønn kann Harrin brúka, hvussu ger man seg tilreiðar.
  • Rói Norðoy: Open Doors. Ongantíð hava so nógv trúgvandi verði forfylgd fyri sína trúgv. Tølini hjá Open Doors fyri 2019 vísa, at upp í móti 250 mió. kristin verða atsøkt. Kom og hoyr hvat vit, sum trúgvandi kunnu gera fyri at hjálpa. Eisini koma vit, at hoyra frásagnir frá kristnum, um hvussu tað er at liva undir forfylging.
  • Synnøva av Rana: Kroppur, seksualitetur og samleiki. Tú ert skapt í mynd Guds. Hvussu ávirkar tađ, hvat tú hugsar um teg sjálva og um tín seksualitet? Og hvussu ávirkar tađ tína relasjón viđ onnur menniskju?
  • Elin Neshamar: Djørv – við áliti á Gud! Hvussu kunnu vit vera djørv trúgvandi? Hvat er álit á Gudi? Kunnu vit venja okkara dirvi? Á hesum seminarinum fara vit at læra nakað um dirvi og álit gjøgnum eina øðrvísi kapping og gjøgnum Bíbliuna. Um veðrið er hampiligt, fara vit at vera uttanfyri Dresscode: Klæðir at vera aktiv í, uttandura klæðir. (Seminarið er fultteknað til 1. part)
  • Bodil Olsen: Workshop. Lovsangsleiðari í Kelduni: At leiða lovsang, hvat inniber tað? Tríggjir lovsangssleiðarar, ið eisini eru syskin, greiða egnum royndum innan lovsang, og hvat lovsangur er fyri tey.
  • Høgni Johannesen:
    1. seminar:Kjak løta. Vit fara at læra stutt um kjak og kjak evnir sum ávirka kristin ídag og læra síðani at kjakast í bólkum. Hendan løtan er til tín sum hevur áhuga í religions kjakinum og vilt kunna taka lut.
    2. seminar: Áðrenn fallið: Hvat nú um sigur yvir synd og freisting ikki er vunnin tá freistingin herjar á teg? Hvat nú um sigurin er ein andaligur tilstandur sum vit kunnu liva í áðrenn freisting yvirhøvur gerst ein avbjóðing?
  • Jónleif Danielsen. At vera ungur og trúgvandi í dag kann vera sera avbjóðandi. Man skal takað støðu til nógv viðurskiftir í lívinum, sum t.d hvørja útbúgving skal man velja? Hvør er tann rætti makin fyri meg? hvat vil eg við mínum lívið? Er missión nakað fyri meg? Og 1000 aðrir spurningar. Man kann føla seg einsamallan ella annarleiðis í skúlanum ella arbeiðsplássinum, tí man er trúgvandi, samstundis sum man veit at man eigur at vera eitt ljós har. Hvussu kemur man ígjøgnum ungdómsárini sum trúgvandi, og hvussu kann man takað avgerðir eftir Guðs vilja? Hetta er alt stórir spurningar sum vit fara at tosa um í “Ung og trúgvandi í 2019”.

 

Melda til her:

Melda til seminar