22. mars 2015

Seldi brúðarkakuna fyri bensin

Í 1960 giftist George Verwer við Drenu, sum hann hevði møtt á Moody bíbliuskúlanum í Chicago. Longu fyrsta kvøldið tey møttust, segði hann við hana: “Kanska fer tað ikki at blíva til nakað okkara millum, men tú skalt vita at eg fari at verða trúboðari, so um tú giftist við mær, verður tú sikkurt etin av canibalum í New Guinea”.

Kærleikin yvirlivdi hesa  “hóttan” frá fyrsta kvøldinum og tey giftust í Milwaukee, beint eftir at George var liðugur við bíbliuskúlan.

Brúðarferðin var ein missiónstúrur til Mexico, har George hevði virka sumrini áðrenn. Tey settu sær sum mál ongar pengar at brúka. Tá tey komu til Wheaton og skuldu keypa bensin, bjóðaði George brúðarkakuna fram, fyri at fáa bensin. Tann sum átti bensinstøðina var ein trúgvandi maður, so hann fylti tangan og bað tey hava kakuna. Men á næstu bensinstøð mátti kakan ofrast, fyri at fáa bensin í tangan. Tey komu til Mexico uttan at brúka eina krónu.

Drena og George eiga trý børn og hava búð uttanfyri London í meira enn 50 ár.