Seinasti dagur
Ja, so hava vit sett sjøtul á seinasta dagin á Teensstreet 2017. Veðrið er gott í dag, og onkur veðurforsøgn, eg havi sæð, lovar heilt upp í 35 stig.
Tað er bara ein sannroynd, at dagarnir tykjast at ganga sera skjótt, tá ið tú hevur tað gott, og soleiðis hevur tað kenst hesar dagarnar. Teir flúgva avstað. Aftur í morgun sita tey ungu øll saman til bíbliutíma í stóru høllini.
Dagurin í dag líkist annars hinum og skráin er tann sama. Tó, ein slíkur dagur vil altíð vera merktur av, at hetta er tann seinasti. Nógv vinarbond eru knýtt, bæði milum føroyingarnar, men eisini við fólk úr hinum londum, og nú skal sigast farvæl. Tað er ikki altíð so lætt í hesum unga aldrinum.
Longu seint kvøld fara tey fyrstu avstað. Hjá føroyingunum er tað soleiðis, at fyrri flúgvarin flýgur úr Strassbourg kl 6.50 í morginári. Tey, ið skulu við her, verða heintað við bussi kl 3 í nátt. Seinna flogfarið lættir kl. 14.30, og bussarnir við teimum fara av økinum kl 9.30.
Men enn er ein heilur dagur eftir. 😊
Skrivað: Eyðun á Lakjuni