Seinasta Throne Room og so fráferð
Tíðin flýgur avstað og nú sita vit til seinastu løtuna í stóra salinum her á TeenStreet. Og vit síggja aftur á nakrar fantastiska góðar og hendingaríkar dagar við bæði góðari andaligari og tímiligari føði. Veðrið hevur verið ómetaliga gott hvønn tann einasta dag, og tað er komið sera væl við hjá okkum føroyingum.
Seinasta løtan er altíð nakað serligt. Nú er tíð at siga farvæl. Um eina løtu er TeenStreet 2018 liðugt. Longu nú hava føroyingarnir pakkað kuffertini og stillað tey uttanfyri – klár at seta í bussin. Og fyri mær at vísa seg so síggja kuffertini eitt sindur breiðari út nú enn fyri 6 døgum síðani. Uml. kl 21 fara fyrstu bussarnir við føroyingum til fyrra flogfarið, og ein tíma seinni koyra so hinir. Og so eru bara nakrir fáir føroyingar eftir, sum koyra sjálvir ella fara til Danmarkar við danska bussinum.
Men enn rungar sangurin í høllini, ja ljómar kanska sum ongantíð fyrr á leguni. Og vit njóta hesa seinastu løtuna – og júst nú leiðir Dania okkum í sangi, og hon syngur: “I believe in God the Father…..”
Takk fyri hesuferð – vónandi verður tað eina aðru ferð eisini – og vit gleða okkum longu.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni