1. august 2017

Seinasta løtan

Ja, dagarnir hava gingið sljótt, og vit eru komin til seinastu løtuna inni í stóru høllini á hesum sinni. Eg havi bara tikið telduna við mær, og sitið mitt í rokanum av syngjandi ungdómi og skrivi. Orkestrið og sangararnir – harímillum okkera egna Dania, hava longu leitt okkum ígjøgnum fleiri sangir.

Og so kemur parið, sum hevur tosað til allar bíbliutímarnar og Throne Roomiini, Josh og Debs Walker á pallin, og tey hava ein stuttan boðskap til okkum. Hesi bæði,  sum hava verið við 25 ferðir, og sum fyri tey ungu eru ímyndin av Teenstreet, boðaðu annars í  gjárkvøldið frá, at tey ikki vera ein partur av Teenstreet meira.  Og tað fór líkasum eitt suff í gjøgnum høllina, og øll reistust, og lógvbrestirnir rungaðu. Tey hava hesa vikuna tosað út frá Rómverjabrævinum, 8. Kapitli. Og í kvøld – hetta seinasta kvøldið, geva tey okkum ørindi 15, sum sigur: “Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast. Nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: “Abba Faðir!””

Tá ið teirra boðskapur er liðugur heldur sangurin fram eina góða løtu og vit syngja sangin “How great is our God” á øllum teimum ymisku tungumálunum upp á skift, og tá tað  føroyska málið kemur fyri, ja, so stemma vit í: Mín Gud stórur er…..

Hendan løtan er við at koma fram í móti endanum, og tá ið liðugt er, fara fólk at gera seg klár at venda nøsina heimeftir. Nøkur fara longu í kvøld, nøkur í nátt og tey flestu í morginári.

Tað hevur verið ein framíhjárættur hjá mær – einum hálvgomlum abba, og nú í orðsins rætta týdningi, abba, at hava kunnað verið við hesar dagarnar. Tað er fantastiskt at vera saman við ungfólki á hendan hátt, og eg hevði unt tykkum øllum at kunna upplivað hetta. So eg takki fyri meg, verður lív og heilsa, verður tað kanska ein onnur ferð…….

Skrivað: Eyðun á Lakjuni