30. juli 2014

Seinasta heilsan úr Bosnia

So er Bosnia TiM túrurin við at koma at enda og vit hava fingið hesa heilsan frá teimum í kvøld.

“Í dag er seinasti dagurin her á Ilidza (beint uttanfyri Sarajevo). Vit hava vaska húsið væl og í kvøld fara vit at hava eitt kultur kvøld, har vit fara at fortelja um Føroyar.

Í morgin tíðliga fara vit aftur til leguhúsið og vera har allan dagin saman við ungdóminum úr Mostar. Vit gleðast um hendan eyka kjansin at sleppa at møta teimum aftur og vera eitt vitni.

Vit fara at saknað Bosnia og fólkið her sooo nógv. Vit eru blivin so tøtt og góð við tey.
Nú gleða vit okkum til TeenStreet um 2 dagar”.