23. september 2019

Samla olju til Logos Hope

Gev gávu  

Sum sjóvinnutjóð kenna føroyingar væl til, at um skipini skulu sigla, krevst at bunkra olju. Tað er sjálvandi einki annarleiðis við trúboðaraskipinum Logos Hope.

 

Okkara gamla Norrøna hevur nú í 10 ár virka sum trúboðaraskip fyri felagsskapin OM. Hesi 10 árini hevur hon vitjað í 68 londum og 155 havnum. Ikki færri enn átta milliónir fólk hava vitjað umborð á skipinum. Fyrstu 10 árini sigldi Logos Hope 100.000 sjómíl.

 

Síðani fyrsta skipið hjá OM fór at sigla í 1970 hevur felagsskapurin havt fýra skip; Logos, Doulos, Logos II og Logos Hope. Saman hava tey vitjað í 150 ymiskum tjóðum og fleiri enn 47 milliónir fólk hava vitjað umborð. Allastaðni, har skipini hava vitjað, hevur endamálið verið tað sama – at boða gleðiboðskapin um Jesus.

 

Í løtuni liggur Logos Hope í Rio de Janeiro í Brasil. Komandi mánaðirnar fer hon spakuliga norður eftir eysturstrondini hjá Brasil, áðrenn leiðin í desembur liggur inn í karibiska havið. Í apríl vendir Logos Hope tó nøsini móti Evropa og vit vóna, at hon eisini leggur leiðina til Føroya.

 

Sagt verður, at tað kostar 750 krónur at sigla eitt sjómíl. Um kostnaðurin verður settur í mun til vitjandi, so kostar tað 5 krónur fyri hvønn vitjandi, sum vitjar umborð, meðan skipið liggur við bryggju. Tín gáva kann tí gera stóran mun fyri mong menniskju.

 

Trýst á kassan undir her fyri at stuðla Logos Hope.