Samla olju til Logos Hope
Sum sjóvinnutjóð kenna føroyingar væl til, at um skipini skulu sigla, krevst at bunkra olju. Tað er sjálvandi einki annarleiðis við trúboðaraskipinum Logos Hope.
Okkara gamla Norrøna hevur nú yvir 10 ár virka sum trúboðaraskip fyri felagsskapin OM. Síðani 2009 hevur hon vitjað í 175+ havnum. Ikki færri enn 8,5 milliónir fólk hava vitjað umborð á skipinum. Fyrstu 10 árini sigldi Logos Hope yvir 100.000 sjómíl.
Síðani fyrsta skipið hjá OM fór at sigla í 1970 hevur felagsskapurin havt fýra skip; Logos, Doulos, Logos II og Logos Hope. Saman hava tey vitjað í 151 ymiskum tjóðum og fleiri enn 48 milliónir fólk hava vitjað umborð. Allastaðni, har skipini hava vitjað, hevur endamálið verið tað sama – at boða gleðiboðskapin um Jesus.
Virksemi hjá Logos Hope hevur verið nógv skert í 2020-2021 vegna korona, men er nú komið í gongd aftur. Í næstu viku setur Logos Hope kósina móti Afrika og verður væntandi har næsta hálva árið. Tørvurin á trúboðan í Afrika er sera stórur, og í fyrsta umfari fer Logos Hope at leggja dent á at náa Sahel-økið, sum er eitt økið tvørtur um Afrika beint sunnanfyri Sahara. Logos Hope fer tí at vitja í Sierra Leone, Liberia og Gana.
Sagt verður, at tað kostar 750 krónur at sigla eitt sjómíl. Um kostnaðurin verður settur í mun til vitjandi, so kostar tað 5 krónur fyri hvønn vitjandi, sum vitjar umborð, meðan skipið liggur við bryggju. Tín gáva kann tí gera stóran mun fyri mong menniskju.
Tú kanst stuðla við at flyta eina upphædd á kontu 9181-426.219.2 hjá OM Føroyum. Viðmerk Logos Hope Olja í flytingini.