Sætti og seinasti dagur
Tíðin rennur avstað, og ja, hetta er seinasti dagur á TeenStreet. Leguluttakararnir sita nú allir í stóra møtisalinum til seinasta felags morgunbíbliutíman. Og í morgun eru vit komin til endan á bønini, sum Várharra lærdi okkum, og sum jú hevur verið yvirskipaða evnið á leguni: “Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin í allar ævir”.
Á leguni í ár hava vit samlað verið uml. 3200 fólk. Av teimum eru uml. 1800 leguluttakarar, Hini eru hjálparfólk, leiðarar og børn. Hesi komu úr 41 ymiskum londum, mest úr Europa, men eisini Asia, Afrika og Amerika.
Sjálvir legukuttakararnir koma úr hesum londum: Eysturríki, Belgia, Danmark, Føroyum, Finnlandi, Fraklandi, Týsklandi, Írlandi, Italia, Hollandi, Norra, Portigal, Suðurkorea, Sveiss, Svøríki, Onglandi og USA.
Føroyingarnir eru 413 í tali. Av hesum eru 250 tannáringar, 159 gentur og 91 dreingir. Harafturat eru vit í føroysku leguni 138 vaksin og 25 børn.
Mikudagin – áðrenn RAG – savnaðust vit uttanfyri í eyðkendu ljósareyðu føroysku “TeenStreet ’18” troyggjuni og tóku hesa felagsmyndina. Myndina tók Hanna Ólavsdóttir. Hanna hevur hesa vikuna saman við Kistin Vang verið føroyska foto og videotoymið. Og tað eru tær báðar, sum eiga allar vøkru myndirnar og smáfilmarnar, sum eru lagdir út alment frá føroyska TeenStreet toyminum.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni