14. desember 2019

Ruth & Thorvald vera við Logos Hope í 2 mánaðir

Ruth og Thorvald Gaardlykke av Argjum fóru umborð á Logos Hope í síðstu viku í suðuramerikanska landinum Guyana. Thorvald er útbúgvin elektrikari, og hann arbeiðir sum elektrikari umborð. Ruth fer at hjálpa til viå fyrifallandi uppgávum. Ein av fyrstu uppgávunum hjá henni er at reparera eina rúgvu av arbeiðsklæðum. Ruth hevur eisini verið við úti á sjúkrahúsi í Guyana, har hon fekk møguleikan at tosa við og biðja fyri sjúklingum.

Logos Hope er nú farið víðari til lítla oyggjalandi St. Vincent and the Grenadines. Eftir jól siglir skipið víðari til Trindad & Tobago.

Ruth og Thorvald hjálpa til umborð á Logos Hope í umleið tveir mánaðir.

Latið okkum biðja fyri tíðini hjá teimum umborð og eisini fyri Logos Hope, sum skipið vitjar havnir í karibisku oyggjunum komandi mánaðirnar.