6. mars 2014

Rósa farin til Moldova

Mánadagin fór Rósa Rasmussen úr Runavík til Moldova, har hon er partur av Challenge into Mission toyminum tær næstu 10 vikurnar.

Rósa er dóttir Miriam og Rógva Rasmussen.

Challenge into Mission toymið telur hesaferð 21 fólk, harav 18 av teimum eru frá Moldova. Umframt Rósu, so eru tveir aðrir útlendingar, annar úr Sveits og hin úr USA.

Komandi tvær vikurnar eru tey á OM miðstøðini til Bíbliuundirvísing og koma eisini at læra um mentan og mál. Síðani fara tey tvær vikur út í eina lítla bygd, har tey koma at vera við í arbeiðinum út frá samkomuni har.

Vit ynskja Rósa eina sera góða og læruríka tíð í Moldova og gleða okkum at frætta meira frá henni.

Myndin er frá møtinum í Berøa sunnukvøldið, har Andrea á Roykheyggi setti Rósu nakrar spurningar.