16. juni 2022

Revsiváttan og Barnaváttan – Teenstreet skal hava bæði – les grundgevingina!

GEVIÐ GÆTUR!

Vit í leiðsluni hava avgjørt, at vit skulu hava avrit av revsiváttanini hjá øllum vaksnum, sum koma á Teenstreet, OG samtykki um at innheinta barnaváttan.

 

Á kunningardegnum kunnaðu vit um, at vit ikki fóru at biðja um revsiváttan frá øllum yvir 18. Eftir at hava sett okkum nærri inn í málið, hava vit boytt meining.

Í samband við Teenstreet legurnar hava vit í nógv ár kravt, at øll vaksin skulu lata eina revsiváttan inn. Hetta er okkara tryggleiki, og er einans gjørt fyri at verja tey ungu.

Tað verður gjørdur munur á revsiváttanum og barnaváttanum, og er grundarlagið fyri at innheinta revsiváttan og barnaváttan ymiskt. Barnaváttanin verður innheintað, tí lógin krevur tað, meðan revsiváttanin verður innheintað í tráð við rættningslinjur hjá Teenstreet.

Samtykkið, um at innheinta barnaváttan verður gjørt sambært lógini, sum ásetur, at revsiváttan skal innheintast fyri vaksin, sum hava fast og regluligt samband við ung undir 15 ár.

Í revsiváttanini standa upplýsingar um dómar, bøtur, ákærur og ákærufráfall út frá t.d. staffilógini og narkotikalóggávuni.

Í barnaváttanini standa einans upplýsingar um dómar ísv. ágang móti børnum. Barnaváttanin inniheldur ongar aðrar upplýsingar um straff og dómar ísv. stuldur, harðskap, rúsdrekkakoyring osv.

Tí eru vit komin til ta niðurstøðu, at barnaváttanin ikki er nøktandi skjalprógv í hesum sambandi. Hinvegin er skipanin, sum vit í áravís hava havt, nøktandi, og vit halda tí fast í henni. Barnaváttanin verður innheintað, tí lógin krevur tað eftir 1. juni 2022.

So um tú kemur á Teenstreet sum vaksin, skalt tú innheinta eina revsiváttan, og senda okkum hana. Hetta gert tú hjá Politinum. Eisini skalt tú geva okkum eitt samtykkið til at innheinta eina barnaváttan, skjótast gjørligt. Samtykkiskjalið ísv. barnaváttan finnur tú á heimasíðuni hjá Politinum.

 

Revsiváttan: Fæst við at venda sær til Politiið. Send hana inn tá tú fært hana. Send so til teenstreet.fo@om.org. Best og skjótast er at troppa upp á eini politistøð, hava legitimatión við(t.d. koyrikort) og so fær man revsiváttan á pappír við sær, beinaveg.

Barnaváttan: Samtykkið til at innheinta barnaváttan – trýst her! Send so samtykkið til teenstreet.fo@om.org