26. juli 2017

RENN OG GEV – seinasti dagur áðrenn TS!

Í dag er síðsti dagur tit eru í Føroyum, og vit heita á tykkum um at brúka dagin til at skaffa tykkum stuðlar.

Stuðlast kann við eingangsupphædd, ella einari ávísari upphædd fyri hvørja rundu, sum runnið verður. Hvør runda er 1 km og vit renna í tveir tímar.

Stuðulin fer til verkætlanina “Vocation for the Future” i Kosovo. Í apríl í ár vóru tveir tannáringar úr Føroyum og vitjaðu í Kosovo saman við okkara RAG-toymið. Les her, hvat Eik Klæmintsdóttir Eliasen skrivar um sína uppliving í Kosovo í apríl: OM-í-Kosovo

So vilt tú vera við til at geva tannáringunum í Kosovo vón um eina betri framtíð, kanst tú nú 🙂