1. juli 2014

Rebekka & Helena til Moldova

Rebekka Ósá og Helena Djurhuus fara í næstu viku til Moldova. Tær koma at vera við í River Adventure outreach´inum sum OM Moldova skipar fyri. Saman við toyminum, tær koma at vera partur av, fara tær at byggja ein flaka og sigla so eftir Nitru ánni. Hvønn dag, í 12 dagar, sigla tey so frá bygd til bygd og hava ymisk tiltøk í bygdunum, umframt at tey fara at vitja fátøk fólk.
Vit ynskja Rebekku og Helenu ein góðan túr og minna fólk á at biðja fyri Rebekku og Helenu og toyminum tær koma at arbeiða saman við.