5. september 2024

Reach: Hjalmar fer til Onglands

22 ára gamli Hjalmar Gregersen fer síðst í septembur á missiónsskúla í Birmingham í Onglandi.

Hetta er ein av mongu Reach-skúlunum, sum OM hevur runt um í heiminum. Ungi maðurin úr Norðragøtu verður burtur í fimm mánaðir.

Undirvísingin verður á høvuðsstøðini hjá OM, sum er í Quinta, og á basuna í Halesowen uttanfyri Birmingham (sum fyrr hevur itið Luke og LifeHope), meðan tey eisini fara at vitja og virka á OM-basunum í Belgia, Rumenia, Moldova, Írlandi og Grikkalandi.

– Eg havi hug at vísa mína trúgv meiri praktiskt, við at taka hetta fyrsta stigið út í missión, sigur Hjalmar, sum eisini spælir sær við tankan at gerast langtíðartrúboðari.

Reach-missiónsskúlarnir eru fimm til seks mánaðir. Endamálið er at geva undirvísing í Bíbliuni, í lærusveinaskapi og í missión.

Undirvísingin er tillagað alt eftir hvørjum landi tú ert í og hvørji fólkini, sum búgva rundan um teg, eru.

Í løtuni eru skúlar í Brasil, Suðurafrika, Onglandi, Moldova og Gana, umframt líknandi skúlar í Taivan og Suðurkorea. Tú kanst lesa meiri um Reach-skúlarnar her.