5. mai 2015

Randi Joensen nýggjur nevndarlimur í OM Føroyum

Randi Joensen, sum er fødd í 1962, ættað av Toftum og búsitandi í Havn, er nýggjur limur í OM nevndini. Randi savnast við Heimamissiónini og kemur í nevndina fyri Maju Jakobsen, sum fór úr nevndini á aðalfundinum.
Randi kemur regluliga í Missiónshúsið Tabor á Toftum. Hon hevur tikið eitt ára skeið hjá Agape í sálarrøkt og familjuráðgeving. Seinastu árini hevur Randi verið aktiv í PODAS læruveinaskúlanum, har hon fyrst luttók sum næmingur í tvey ár og síðani var leiðari av einum PODAS flokki.
Randi hevur ikki drúgvar royndir í OM, men brennir fyri, at fólk koma at fylgjast við Jesusi. Randi sigur sjálv: “Eg ynski so innarlaga, at fólk verða frelst, bæði her heima og uttanlands. At arbeiða við ungdómi ella tilkomnum fólki – tað ger tað sama, alt er spennandi.”
Millum øll tiltøkini, sum OM hevur skipað fyri, síðani deildin í Føroyum varð stovnað, tekur Randi serliga tiltakið Global Village fram. Hon sigur, at á tiltakinum hevði tað stóra ávirkan á hana at síggja, hvussu fólk hava tað runt í heiminum. Tað er alstórur tørvur á OM í Føroyum!
Vit ynskja Randi vælkomnari í nevndina og ynskja henni Guds signing við arbeiðnum framyvir.