Rag Race gav nógvan pening
Sum vit sóu her á síðuni í gjár, so var Rag Race á TeenStreet – hetta er stuðulsrenning vil vælgerandi endamál. Og sigast kann av sonnum, at ungu føroysku rennararnir vóru sera óførir og runnu bæði leingi og langt fyri at savna sum mest av peningi til endamálið.
Á onkrari legu bleiv renningin darvað av corona smittuni, og onkunstaðnis varð hon avlýst. Men kortini – nú ikki heilt er liðugt at telja upp, hava hesi ungu savnað langt omanfyri 200.000 kr., ið fer óskert til endamálið, sum er ein Kick Boxing verkætlan í Ukraina og til at byrja nýggj TeenStreet í Afrika.
So vítt vit hava frætt, so rann tann, sum rann mest, heilar 26 km. Hetta var ein genta úr Klaksvík. Tann, ið savnaði mest pening, kláraði einsamallur at savna góðar 9.500 kr.
Men sum sagt, – samlað savnaðu hesi ungu væl omanfyri 200.000 krónur til Ukraina og Afrika. Og orsakað av, at so stutt er fráliðið, er sannlíkt, at nakað av peningi kemur inn afturat.
Vit siga stóra takk fyri innsatsin og gávumildni.