6. august 2020

Rag Race 2020

Í dag hevur Rag Race 2020, sum er afturvendandi stuðulsrenning á TeenStreet, verið á legunum í Føroyum.

Vit vóru við á Kambsdali, og á Facebook síðuni TeenStreet Føroyar sæst video frá renningini. Leguluttakararnir finna stuðlar, sum kunnu tekna seg fyri eina upphædd – annaðhvørt eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. 1 km. long.

Peningurin, ið inn kemur fer  til eina Kick Boxing verkætlan í Ukraina og til at byrja nýggj TeenStreet í Afrika.

Á stuðulsblaðnum hjá TeenStreet stendur, at “í Rivine í Ukraina hevur Igor Kovalchuk ein Kick Boxing klubb, har øll venjingin er grundað á Bíbilskar sannleikar og virðir. Gjøgnum Kick Boxing klubban fær Igor boða gleðiboðskapin og Jesu kærleika til ein stóran skara. Endamálið er, at tey ungu koma at kenna Jesus og verða síðani lærd upp í andaligari leiðslu,  so tey ein dag kunnu gerast leiðarar í samkomunum í sínum nærumhvørvi og í samfelagnum.”

Um TeenStreet í Afrika verður sagt: “Vit ynskja at síggja tannáringar í øðrum pørtum av heiminum hava somu upplivingar, sum vit hava á TeenStreet Evropa. 20% av RAG-stuðulinum fer tí at stuðla nýggum TeenStreet í Afrikansku londunum: Suður Sudan, Zambia, Zimbabwe og Ghana.”

Tað vóru nógv børn, ið runnu við í stuðulsrenningini her á Kambsdali í dag. Og tá eg nú fór útum at spyrja hvussu hevði gingið – nú ið renningin júst er lokin – vóru heilt nógv, ið høvdu runnið millum 10 og 15 ferðir runt. Tann, sum hevði runnið flest rundir, var Jógvan úr Fuglafirði, sum hevði lagt heilar 21 km. afturum.

Eitt stuttligt og gott tiltak, har ágóðin fer til at breiða gleðiboðskapin víðari út.