Peter Maiden er fluttur heim til Harran
Peter Maiden, fyrrverandi altjóða leiðari í Operation Mobilisering, doyði í morgun, 14. juli, 72 ára gamal.
Peter Maiden var føddur í Carlisle í apríl 1948. Hann møtti konu síni, Win, á einum ungdómsmøti í Hebron Evangelical Church í Carlise. Hann byrjaði at starvast innan ídnaðin í Carlisle, men meðan hann var við OM á einum summartoymi í Spania í 1967, fekk hann størri áhuga í kristnari tænastu. Tá hann kom heim úr Spania gjørdist hann partur av Open Air Mission og ferðaðist við teimum í Onglandi í 18 mánaðir og prædikaði evangeliið.
Til eina jarðarferð møtti hann George Werver, sum stovnaði OM, og í 1974 varð hann biðin um at gerast leiðari hjá OM í Stórabretlandi. Hesa tænastuna røkti hann í yvir 10 ár, inntil hann bleiv fyrsti altjóða varaleiðari í OM í 1985. Í hesi tænastuni arbeiddi hann tætt saman við George Verwer og tók sær av dagligu leiðsluni í rørsluni.
Meðan Peter Maiden var altjóða varaleiðari, vaks virksemi hjá OM nógv runt um í heiminum. Love Europe, sum gjørdist eitt slóðbrótandi evangeliskt arbeiði í Evropa, byrjaði síðst í 80’unum. Sum leiðslan í OM vaks, sá Peter eisini týdningin av at felagsskapurin gjørdist meiri alheimsgjørdur. Tá evangeliska arbeiði byrjaði at flyta seg í størri mun eystureftir og suðureftir, eggjaði Peter til, at broyting skuldi gjøgnumsúrga OM.
Í 1998 kunngjørdi George Verwer, at hann kundi hugsað sær at fara frá sum leiðari í OM og Peter varð tá kosin at gerast næsti altjóða leiðarin í felagsskapinum. Handanin fór fram í August 2003. Í hesum leiklutinum vísti Peter Maiden bæði hug og hegni til hirðatænastu; hann legði dent á at menna andaliga lívið hjá trúboðarunum hjá OM og eggjaði teimum at geva meiri enn bara sínar ognir og tryggleika, men eisini at líva alt sítt lív fult yvirgivið til Jesus.
Peter legði eisini dent á at menna leiðsluna hjá felagsskapinum í Afrika, Asia og Latínamerika, samstundis sum hann stóð á odda fyri vaksandi tænastuni hjá OM innan heildartænastu. Undir hansara leiðslu byrjaði nýggjar tænastur so sum SportsLink International og ein venjingartænasta innan evangelisering í Ný Sælandi. Tað var eisini meðan hann var leiðari, at Logos Hope byrjaði sína tænastu og tók yvir eftir Doulous og Logos II.
Í 2013 handaði Peter Maiden leiðsluna víðari til Lawrence Tong úr Singapore, sum sjálvur hevði byrjað sína tænastu við skipunum. Peter Maiden og konan Win fluttu tá til Kendall, sunnan fyri Carlisle, har tey brúktu tíð saman við børnum og barnabørnum sínum. Hann helt framvegis á at tæna í OM gjøgnum at prædika og tala um allan heimin og eggja fólki at fara út í misjón. Umframt sína tænastu í OM og Keswick Convention, var Peter eisini leiðari í lokalu samkomuni og nevndarlimur í Capernwray Hall og bíbliuskúlanum har. Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur, so sum Building on the Rock, Discipleship Matters og tann seinasta Radical Gratitude, sum kemur út seinni í ár.
Eftir Peter Maiden sita konan Win, tey trý børnini Tim, Dan og Becks og 10 abbabørn.
Vit fara at minnast Peter fyri hansara mongu andaligu eginleikar, so sum hansara eldhuga fyri at leggja út Orð Guds, um tað var á stórum stevnum ella í smáum andaktsbólkum. Hansara spakføri og ofta dulda tænaralyndi eggjaði og avbjóðaði eisini tey, sum kendu hann. Hann tók sær altíð tíð at lurta og hjálpa teimum, ið høvdu tørv, og hansara einfalda álit á fólk var ikki einans ein fyrimynd at fylgja, men gav ofta øðrum áræði at halda á, at ganga á odda og at tæna Gudi.
“Bróðir okkara verður svárt saknaður, men arvurin eftir hansara arbeiði í OM og tí størri misjónini at náa allan heimin – eins og hansara góðska og vinarlag – verður ikki gloymt.” Lawrence Tong, altjóða leiðari í OM.
“Vit takka Gudi fyri lívið hjá Peter Maiden og vita, at einans í Himli síggja vit alla søguna um Guds stóra arbeiði í hansara lívi.” – George Verwer, stovnari av OM.
Les meiri um Peter Maiden á heimasíðuni www.om.org/peter