30. juli 2017

Oyndfirðingur í Offenburg

Hetta er triðja ferðin Hans Jákup Abrahamsen úr Oyndarfirði er á Teenstreet.

Hans Jákup er útlærdur kokkur, so mann kann siga, at útbúgving hansara  er skræddaraseymað til uppgávuna, hann hevur á Teenstreet. Hann arbeiðir nevniliga í Fun Food. Tá eg sigi hetta við Hans Jákup, so er hann ikki heilt samdur, tí sum hann sigur við einum skálkasmíli, at maturin tey gera í Fun Food – ið er mest at líkna við eina grillbar, ikki krevur tað heilt stóru útbúgvingina.

Heima í Føroyum arbeiðir Hans Jákup júst nú sum hjálparfólk á dagstovni á Eiði. Hann er ikki heilt greiður yvir hvør lívsleið hansara verður – soleiðis at skilja, at hann ikki heilt hevur avgjørt, hvørt hann fer at læra víðari ella ikki. Men sum hann sigur, hann hvílur í tí og tekur tað eitt sindur, sum tað kemur.

Tá eg spyrji hann eitt sindur um Teenstreet, og hvat hann heldur um tað, ja, tá er tað orðið “stórt”, ið hann sigur oftast. Stórt á so mangan hátt. Sjálv upplivingin er stór og Throne room er sera stórt. Hann sigur eisini, at tað er spennandi at práta við fólk úr øðrum londum. “Vit hava Jesus til felags, men mentaninnar eru so ymiskar”.

Annars er Hans Jákup skemtari og dugir sera væl at skipa fyri. Tað kom veruliga til sjóndar í gjárkvøldið, ólavsøkukvøld tá ið allir føringarnir savnaðust við stóru trappuna til okkara egna stutta ólavsøkuhald. Tá ið leið ímóti endanum tók Hans Jákup yvir, fór upp á svalan omanfyri og leiddi alla fjøldina í ymiskum felags ítróttarligur stríðsrópum. Sera stuttligt at síggja hvussu hann hevði øll í síni hond og fekk tey við uppá tað.

Vit takka Hans Jákup Abrahamsen fyri prátið

Skrivað: Eyðun á Lakjuni